Á hesum túrinum til El Hierro verur gist á smáum lokalum hotellum, flutningi av viðførinum og hálv pensión er við í kostnaðinum.
Landslagið varierar frá turrum lavaøkjum og vulkanskum formatiónum í suður- og eysturpartinum av oynni til tað fruktagóðu jørðina í dalinum El Golfo í landnyrðingspartinum av oynni við vínakrum og plantasjum og síðani til furuskóg og regnskóg mitt á oynni. Strandarøkið á El Hierro er grýtut og bratt, har bergið er upp til 1000m høgt við vardum víkum og lokkandi náttúrligum svimjihylum. Á Nisdafe háslættanum finnur tú akrar og eingir og í El Pinar eina ørgrynnu av fiku- og mandlutrøum.
Her kanst tú njóta ta legendariska ”æviga canariska várið” við sub-tropiskum vøkstri í tí fruktagóða økinum mótsatt tí vulkanska landslagnum í øðrum pørtum av El Hierro.
Í eina viku hava vit skipað fyri 6 gongutúrum, sum geva eitt einastandi yvirlit yvir hetta goymda loyndarmáli langt burtur frá stressinum í teirri modernaðu verðini.